Føroyskur kjógvi er funnin í Uruguai
25. april 2012
Ein kjógvi við ringi á bleiv fyri stuttum funnin á La Barra strondina við Maldonado í Uruguai. Nummarið á ringinum segði okkum, at hesin kjógvin var ringmerktur í 15. juni í 2004 á Akrabergi í Suðuroy. Henda fráboðan, sum er 11.570 km frá merkingarstaðnum, er fyrsta fráboðan úr Suðuramerika og er fjarðasta fráboðan av kjógva merktur í Føroyum.
 
So er aftur tíð at fara á morsniglaveiðu!
23. april 2012
Nú tað er farið at vára, eru teir fyrstu morsniglarnir byrjaðir at gera um seg. Náttúrugripasavnið mælir fólki til at fara í hernað móti hesum óbodna gesti. Morsnigilin nørist sera skjótt, og tí er neyðugt at byrja beinanvegin, um tað skal bera til at halda honum niðri. Snigilin ger stóran skaða í urtagørðum, tí hann etur næstan alt, sum fyri er.
 

Sært tú bóghvítuhval ella onnur spennandi havsúgdjór:

 

----------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------

Náttúrukalendarin

mai 2012 | Ídag
Mi
Fr
Le
Su
 
1
2
3
5
6
7
8
9
10
11
12
13
14
16
17
18
19
20
21
22
23
24
25
26
27
28
29
30
31