Indiatítlingur

 

Ein indiatítlingur – á latínskum Anthus hodgsonii - rendi seg á altanvindeygað á einum sethúsum í Miðvági hin 30. Apríl í ár. Hann varð funnin og latin Tjóðsavninum av Jón Eli Ole-Jacobsen. Hann er ein av sjáldsamaru náttúrugripunum á Tjóðsavninum, tí indiatítlingur er einans skrásettur 5 ferðir í Føroyum áður og ongantíð fyrr um várið.

Frammanundan er hetta slagið bert skrásett í stutta tíðarskeiðinum 4.-16. oktober í árunum 1984, 2006 (2 skrásetingar í Sandvík), 2011 og 2017. Sum heild vitjar hetta slagið ikki nógv í Evropa, men um várið er tað serliga sjáldsamt her á leiðum.

Fyrikomingar av indiatítlingi í Føroyum. Kelda: “Liste over Færøernes fugle” 2019 (DOF.dk)”

Fyrikomingar av indiatítlingi í Føroyum. Kelda: “Liste over Færøernes fugle” 2019 (DOF.dk)”

Sum navnið bendir á, so stavar indiatítlingur úr Asia, har hann er sera útbreiddur. Hann reiðrast frá norðasta India og Pakistan til Mongolia, Kina, Korea og Japan. Um veturin heldur hann til í Suðurindia og í ein landsynning til Indonesia og Filipsoyggjarnar. Av og á sløðast einstakir fuglar til Evropa í flytitíðini um heystið ella várið. Indiatítlingi dámar væl skógvøkstur men sæst annars eisini í gras- og runnalendi og í nánd av bygd og býi. Føðin er mest smákykt, sum finnast á svørði og plantuvøkstri. Tó etur hann eisini í ein vissan mun fræ av ávísum urtum.

“Heimsfevnandi skrásetingar av indiatítlingi á heimasíðuni eBird.org. Indiatítlingur reiðrast í fjareystri og hevur vetrarvist í Suður- og Landsynningsasia. Tó villast nakrir fuglar av og á vestur til Evropa og Norðurafrika og eystur til norðaliga N…

“Heimsfevnandi skrásetingar av indiatítlingi á heimasíðuni eBird.org. Indiatítlingur reiðrast í fjareystri og hevur vetrarvist í Suður- og Landsynningsasia. Tó villast nakrir fuglar av og á vestur til Evropa og Norðurafrika og eystur til norðaliga Norðuramerika. Kelda: https://ebird.org/species/olbpip

Títlingar í slektini Anthus eru sera meinlíkir í útsjónd og kunnu vera truplir hjá óroyndum at kenna frá hvørjum øðrum. Í Føroyum reiðrast bert fjørugrátítlingur (Anthus petrosus, eisini bert nevndur “grátítlingur”) og summargrátítlingur (Anthus pratensis, eisini bert nevndur “títlingur”). Serliga hesin seinni líkist indiatítlinginum, men teir báðir fuglarnir kunnu skiljast at við nøkrum munum: Ryggurin á summargrátítlingi er myrkt ríputur og grábrúnur, men á indiatítlingi er hann meira “reinur” og grønligur við minni týðiligum rípum. Harav kemur enska navnið “olive-backed pipit”. Aðrir eyðsýndir munir eru, at indiatítlingur hevur førligari nev, týðiligari litmynstur á høvdinum og tveir eyðkendar blettir – ein myrkur og ein ljósur – við oyrað.

Frá vinstru til høgru: Indiatítlingur, Summargrátítlingur og Fjørugrátítlingur. Myndir: Silas Olofson

 
samansett.png

Samband

 
 
Previous
Previous

Strimmilskrivarin hjá Hilbert

Next
Next

Tekning av kvernu á hvalastøðini við Áir